Renna maraton í Havn fyri føroyska flagginum

ey hava sett markið til 500 rennarar og tað hevur verið gravgangur eftir at sleppa við, men enn eru pláss eftir

Sunnudagin verða havnargøtur fullar av rennandi fólki. Hetta verður nevniliga seytjanda árið á rað, at tey fara at renna Atlantic Airways Tórshavn Marathon - og har eru øll vælkomin við.

– Í ár renna vit eisini fyri Merkinum, sum í ár fyllir 100 ár, siga tey í eini fráboðan í morgun.

Eitt maraton er 42 kilometrar, men tey, sum ikki hætta sær at renna so langt, kunnu eisini renna, ella ganga eitt hálvt maraton, ella styttri strekki upp á fimm ella tíggju kilometrar.

Dentur verður lagdur á, at sunnudagurin skal verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið

Fyri tveimum árum síðani settu tey mark fyri, hvussu nógvir rennarar kundu vera við. Markið varð sett til 500 rennarar, men tey siga, at gravgangur hevur verið eftir at sleppa við.

Kortini er ikki fulltekna enn, so er tað onkur, sum enn ikki hevur fingið renniskógvarnar niður av hillini, er møguleikin framvegis til staðar at vera við.

Tey, sum renna Atlantic Airways Maraton eru bæði føroyingar og útlendingar og tað koma rennarar úr øllum heiminum henda vegin at renna.

Men tey siga, at tey, sum renna, ella ganga styttri teinarnar, eru í mestan mun føroyingar

Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á stóra tiltakið. Teir súkkla við fremstu rennararnum og súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum.

Startskotið verður á Vaglinum klokkan tvey og runnið verður yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, eftir Hvítanesvegnum og norðureftir. Tey, sum renna hálvt marathon venda beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt maraton, renna til Kaldbaks at venda, og so renna tey somu leið til Havnar aftur.

Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.

Av tí, at so nógv fólk verður á vegnum, verður bilaferðslan avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men vaktarfólk standa við síðuvegirnar at vegleiða.