Aftur í ár fer Bragdið at skipa fyri siðbundnu ólavsøkurenningini á ólavsøku.
Kappingin verður leygardagin 27. juli á Skálatrøð.
Hetta er samstundis 7. og seinasta Grand Prix renningin í summar, sigur Bragdið.
- Kappast verður í ymsum bólkum, bæði hjá vaksnum og børnum.
Kappingin byrjar klokkan 18, tá ið vaksin renna 5 kilometrar runt á Skálatrøð og í Vágsbotni.
Annars eru aldursbólkarnir hesir:
- Kvinnur opin bólkur, har tær skulu vera 16 ár ella eldri.
- Menn opin bólkur, har teir eru 16 ár ella eldri.
- Kvinnur, veteranar, sum eru 46 til 55 ár.
- Menn veteranar, sum eru 46 til 55 ár.
- Kvinnur, superveteranar, sum eru minst 56 ár
- Menn, superveteranar, sum eru minst 56 ár
Aldurin verður roknaður soleiðis, at tey, sum fylla í ár
Børnini og tey ungu byrjað klokkan 18.30.
Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
- Dreingir og gentur sum eru fødd í 2006 ella seinni, og tey renna 420 metrar
- Dreingir og gentur, sum eru fødd í 2003-2005, og tey renna eisini 420 metrar.
- Dreingir og gentur, sum eru fødd í 2000-2002, og tey renna 1.300 metrar.
- Dreingir og Gentur, sum eru fødd í 1996-1999, og eisini tey renna 1.300 metrar.
Bragdið sigur, at nummar. 1, 2, og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki og nummar eitt í hvørjum bólki fær steyp til ognar.