Renna í Fugloy í dag

Í dag verður sonevnda Fugloyarrenningin úr Hattarvík til Kirkju og aftur

Ítróttarfelagið Treysti og bóndahjúnini Jastrid og Símun Gullaksen skipa í dag fyri renning úti í Fugloy. Hetta er aðru ferð, at Fugloyarrenningin er á skránni.

Kl. 08:45 siglur Ritan úr Hvannasundi til Hattarvíkar, og kl. 10.25 byrjar renningin. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10 kilometrar. Umfram renningina verður eisin hugni við súpan og køkum, gongutúrur verður niðan á Eystfelli, og frásøgutúrur verður í Hattarvík. Eisini verður gongutúrur út á Egg.