Leygardagin 19. juni verður skipað fyri rennikapping í Hvalvík í samband við stevnuna har.
Kappingin er samstundis partur av Grand Prix kappingini í renning hjá Frælsum Ítrótti Føroya.
Bólkar og Skrá
Kappast verður í ymsum bólkum hjá børnum og vaksnum. Byrjað verður sambært hesi skrá:
11.30 Avheintan av numrum á Kommunuskrivstovuni
12.00 Gentur og dreingir -17 (f. 87-90) renna 2,572 km
12.05 Gentur og dreingir - 13 (f. 91-93) renna 2,572 km
12.10 Vaksin (f. 59-86) og veteranar (f. -58) renna 14,572 km
12.20 Gentur og dreingir - 10 (f. 94-96) renna 800 m
12.35 Gentur og dreigir -7 (f. 97-) renna 600 m
Startur og mál hjá øllum bólkum er við Kommunuskrivstovuna í Hvalvík, og fer tilmeldingin til kappingina fram á heimasíðuni, www.athletics.fo.