Á Strondum gongur væl at savna pening inn til nýggja missiónshúsið, sum verður bygt á Strondum. Í gjár skipaðu sunnudagsskúlabørn fyri stuðulsrenning fyri at savna pening til húsið.
Missiónin á Strondum veit at siga, at nógvur peningur kom inn, og tað takka tey hjartaliga fyri. Á heimasíðuni hjá Sjóvarkommunu - www.sjovarkommuna.fo - eru fleiri myndir at síggja frá stuðulsrenningini.
Strandingar hava víst stórt hugflog, tá ræður um at savna pening til nýggja missiónshúsið, og eitt heystið herfyri tóku teir nátunga, sum teir royttu, sviðu og seldu til frama fyri missiónshúsið.