Renna enn einaferð aftan á Seyðamanninum

Tann væl umtókta Seyðamansrenningin verður aftur í ár partur av Vestanstevnuni í Sandavági. Runnið verður frá Húsagjógv við Fjallavatn til Sandavágs og verður hetta sunnudagin 15. juli.

Skipað verður fyri sonevndu Seyðamansrenningini eftir leiðini, sum Seyðamaðurin á Sondum í søgnini reið undan huldukonuni, sum býr í Húsagjógv við Fjallavatn. Teinurin er umleið 13 kilometrar langur, og slætt er at renna næstan allan vegin. Tað er bara í Vatnsbrekku úr Vatnsoyrum og niðan á Vørður, at ikki verður runnið á sløttum.

Renningin verður skipað á sama hátt sum fyri trimum árum síðan. Maður á rossabaki, Seyðamaðurin, ríður undan rennarunum og vísir soleiðis leiðina til Sandavágs, har málið er við kirkjugarðin eins og í søgnini.

Undir renningi koma luttakararnir fram við vatnstøðum, eins og fólk fara at standa við ymsu portrini á leiðini, so ongum nýtist at missa tíð orsakað av upp- og afturlating.

Luttakararnir møta á Giljanesi, haðani bussur koyrir norður í Klovan. Haðani verður flogið við tyrlu hjá Atlantsflogi norður til Fjallavatn, eins og gjørt varð, seinast skipað varð fyri tiltakinum.

Við málið í Sandavági verður skipað fyri ymsum undirhaldi, tá rennararnir koma á mál, og rímiligt verður tikið saman og kvøðið Seyðamannin á Sondum.

Kappast verður í tveimum bólkum, kvinnur og menn. Trý tey fyrstu á mál í báðum bólkum fáa heiðursmerki, og vinnarin fær eisini ein vinning. Umframt verður ein vinningur lutaður burtur millum allar luttakararnar í kappingini.

(Mynd frá renningini - savnsmynd (Jóanis Nielsen))