Renna eftir konufólki

Navn: Tróndur Egholm Johannesen

Bústaður: Vestmanna

Aldur: 11 ár

Tróndur hevur eina ferð áður verið á summarlegu. Tað var fyri tveimum árum síðani, tá ið hann eisini var í Nesvík. Hann kom aftur á legu í ár, tí seinast hevði honum dámt so væl.

Hvat er tað stuttligasta á leguni?

- At renna eftir konufólki, sigur Tróndur, meðan nakrir aðrir dreingir, sum eru hjástaddir, grína eftir honum. Onkur veit eisini beinavegin at siga, at onkur annar drongur hevur kanna sær eina gentu. Sjálvur vil hann tó ikki siga, um hann hevur kannað sær eina.

- Annars er nógv stuttligt á leguni. Tað hendur allatíðina okkurt. At sigla við báti, brotssparkskapping og at súkkla var eisini sera stuttligt.

Tróndur er í liðinum Gluggarnir, sum er hægsta fjall í Suðuroy. Tá ið vit tosaðu við Trónd, lá teirra lið sum nummar tvey í kappingini.

Hvat er keðiligt á leguni?

- Tað er keðiligt, at vit skulu so tíðliga upp. Klokkan átta er alt ov tíðliga.

VÍFíarin, sum fer á 5. flokk eftir summarfrítíðina, heldur annars, at bíbliutímarnir ikki eru so spennandi heldur. Uppgávurnar eru heldur ikki lættar at loysa, heldur hann.

Um Tróndur sleppur, ætlar hann sær eisini á legu aftur.