Renna á Føroya størsta aliringi

Á Sjómannadegnum verður ein ”hættislig” renning á Føroya størsta aliringi. Runnið verður á sjálvum ringinum. Verður runnið ov harðliga og verður skumpað, er møguleiki fyri at detta á sjógv.

Teinurin, sum rennast skal, er 160 metrar, og renningin verður leygardagin kl. 12.15. Aliringurin liggur á sjónum niðanfyri heilsøluna hjá Kjølbro og bátar fara at rógva inni í aliringinum.

Eftir ætlan verður kappingin millum aliøkir í Føroyum.

Aliringurin er 160 metrar í ummáli og 60 metur í diametur. Og av tí at ringurin er so mikið sverur, ber væl til at renna/ganga á honum, siga fyrireikararnir. Teir leggja tó afturat, at ringurin er ikki sverari enn so, at tað ber til at detta av honum.