í Keypmannahavn sótu 7 føroyingar. Tveir høvdu fingið víðkað æðrar í hjartanum við ballón og fingið bysning ísettan. Tríggir skuldu fáa hesa viðgerð dagin eftir. Tveir skuldu fáa bypass tvs. skifta æðrar um nakrar dagar, og tveir vóru júst heimfarnir frískir eftir bypass. Hetta er føroyskur gerandisdagur á Ríkissjúkrahúsinum ? enn. Ikki uttan gálgahumor vóru hesi 7 samd um, at tey vóru heppin at hava fingið hjartatrupulleikar aðrenn fullveldið. Enn kundi livsneyðug hjálp fáast í Keypmannahavn.
Ein banal søga heldur onkur, men deyðans ella lívsins álvari fyri tey, ið sjúkan rakar.
Prátið gekk. Onkur hevði vitjað føroyingar á øðrum deildum, og nógvir føroyingar liggja á Ríkissjúkrahúsinum. Fleiri høvdu búð á Hotell Tórshavn, hesum føroyska baklandinum áðrenn innlegging, og har búðu eisini avvarðandi.
Á sjúkrahúsinum hava eisini tann føroyski presturin og trúboðarin í Kristnastovu sína gongd.
Samanumtikið eitt føroyskt umhvørvi, har okkara landsmenn fáa lívsneyðuga viðgerð á jøvnum føti við danir, har læknar og starvsfólk tosa eitt mál, føroyingar duga. Eitt stað har føroyingar kenna seg tryggar.
Hetta omanfyri fær meg at minnast ein Fimmara í Útvarpinum, har Helena D. á Neystabø tosaði um heilsurøkt eftir loysingina. Fyri hana og loysingarfólk, ið ringdu inn, var onki problem, um vit mistu Ríkissjúkrahúsið og tað danska heilsuverkið annars. Sjúklingar kundu sendast verðina runt. Til Ísland sjálvandi, til Svøríki, Týskland, USA og aðrastaðni.
Tað er bara so, at eitthvørt land ella ríki hugsar fyrst um sýnar egnu borgarar, meðan útlendingar koma í aðru røð. Sama hvussu dugnaligir læknarnir eru aðrastaðni, so eiga landsins borgarar fyrsta tørn, og føroyskir sjúklingar fara at standa ella liggja við húgvuni í hondini og bíða eftir avlopstíð í fremmandum umhvørvi uttan at skilja viðkomandi mál, kanska við eini sjúku har sjálvt minuttirnir telja, um viðgerðin eydnast ella ikki.
Ein ræðumynd siga tjóðveldisfólk. Lívsins álvari sigur javnaðarflokkurin.
Tað er ábyrgdarleyst at fyrigykla fólki, at alt verður sum tað er eftir loysingina. Men hvat? vit hava jú eitt ábyrgdarleyst landsstýri.
Dan R. Petersen
javnaðarmaður









