Spírarnir hava umframt í Havn verið í Klaksvík og í Skopun, og allastaðni hevur verið útselt og fólk hevur latið ómetaliga væl at, siga tey í Spírum.
Komandi leygardag verður leikurin sýndur í Eydnuni á Oyrarbakka. Sýningar verða klokkan 17 og klokkan 20. Atgongumerki eru at fáa í Streymbúðini og við dyrnar, um nøkur atgongumerki eru eftir.
Aftaná Oyrarbakka eru ætlanir um at fara í Suðuroynna at spæla.
Leikararnir eru kunnugt: Aksel Joensen, Nikolaj Falk, Heðin Johannesen, Heini Poulsen, Ronni Poulsen, Kristina Ougaard, Beinta Clotier og Hallur Hjalgrímsson.