Renn avstað, tú skalt í skúla...

Í gjár var ein stórur dagur hjá nógvum føroyskum børnum. Tey vóru fyri fyrstu ferð í skúla.

Fyrsti skúladagur er ein stórur dagur hjá børnunum. Í gjár vóru 770 børn, sum leitaðu inn um skúlagott fyri fyrstu ferð. Hetta er eitt sindur minni enn undanfarin ár. Ørsøkin til, at tað eru færri børn er ikki greið, onkur vil verða við at kreppan hevur skuldina.

Í gjáramorgunin var Sosialurin á vitjan í Hoyvíkar skúla. Har komu foreldur við børnum sínum, ið skuldu byrja í fyrsta flokki. Børnini vóru sera spent at sleppa í skúla, og høvdu tey tað til felags, at øll høvdu fingið nýggja skúlatasku. Eitt sum undirritaði legði til merkis, var at tað vóru ikki so nógvar heimabundnar troyggur, sum tað var vanligt fyrr. Sjálvandi var tað onkur sum hevði fingið eina vakra troyggju, men tað vóru nógv sum vóru í Adidas klæðum. Børnini vóru sera vøkur at líta á, og tær var ein rørandi stund, tá ið skúlastjórin bjóðaði børnunum vælkomnum í skúlan. Fototólini blitsaðu nógv, tí at foreldrini vildu hava eina mynd av hesum stóra degi.


Hoyvíkar skúli veksur


Skúlin í Hoyvík er tann, sum hevur flestar næmingar í fyrsta flokki tilsamans 61 næmingar. Seinasta ár vóru tað 48 næmingar í fyrsta flokki, so hetta er ein stórur vøkstur. Av tí at tað eru so nógvir næmingar verður skúlin noyddur, at hava tríggjar fyrstuflokkar í ár.


Fyrsti skúladagur er altíð ein stórur dagur hjá einum skúlastjóra, sigur Petur Dahl, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Nýggjar avbjóðingar eru fyri framman, og skúlin vil altíð royna at geva næmingunum so góða frálæru sum gjørligt. Skúlin í Hoyvík er ein væl útgjørdur skúli, so at fyritreytirnar skuldu verið góðar til at givið eina góða frálæru, sigur hann.


Um vøksturin av næmingum heldur framm, koma vit at hava at hølistrupuleikar í framtíðini, sigur Petur Dahl.

Næsta ár sær tað út til, at tað verða líka nógvir næmingar, sum skulu í skúla, og tá hava vit ikki hølir til tríggjar fyrstu flokkar. Petur Dahl sigur, at býráði er kunnað um støðuna, og hann væntar, at tey fara at finna eina skilagóða loysn. Orsøkin til, at tað koma so nógvir næmingar í skúla í Hoyvík er tann, at næstan øll bygging, sum er farin fram í Havnini seinastu árini, er uppí Hoyvíkini, sigur Petur Dahl, sum hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla síðani 1978.