Rene Shaki Joensen er við gott mót bæði tá talan er um U21 landsliðsdystin í kvøld, og framtíðina í danska Superliga felagnum, Brøndby IF.
Seinast føroyska U21 landsliðið spældi var Rene júst komin aftur frá skaða. Tað var ein harður umgangur, men í dag er støðan betri hjá unga havnamanninum.
- Eg havi vant nógv og eri betri fyri nú enn seinast. Tá hevði eg illa nokk verið klárur í eina mánað, sigur René Shaki Joensen.
Hóast hann ikki er vinstri bakkur, so er líkt til at hann eins og undanfarnu U21 landsliðsdystirnar skal spæla á vinstra bakki. Tað hevur hann tó einki ímóti.
- Um tað gangar liðnum, so geri eg tað fegin, sigur René.
Brøndby IF hevur í longri tíð verið í trupulleikum og var um at flyta niður farna kappingarár. Felagið hevur eisini fingið eina vánaliga byrjan upp á nýggja kappingarárið, men René heldur at tað er ov tíðliga at meta um.
- Nú hava vit bara spælt tríggjar dystir, so tað er nakað tíðliga at meta um vit gongdina í ár. Vit kunnu taka tað, tá vit hava spælt tíggju dystir, sigur René Shaki Joensen.
Tað hevur ikki eydnast honum at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu enn, men tað gongur rætta vegin. Hann hevur verið á bonkinum fleiri ferðir.
- Tað gongur framá og venjarin sigur at eg skal bara blíva við. Tað er eisini týdningarmikið, at eg eri klárur, tá eg fái møguleikan, sigur René Shaki Joensen.
Føroyska U21 landsliðið skal í kvøld spæla móti Írlandi á Svangaskarði. Dysturin byrjar klokkan 18.30 og Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.
Samrøðan við René Shaki Joensen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.









