René: Klárt reytt kort

Video: René Shaki Joensen er ikki í iva um, at Tórður Thomsen skuldi verið útvístur

HB tapti í gjár 3-1 fyri B36 í grannauppgerðini í 8. umfari í Effo-deildini. Mest umtalaða støðan fyri HB var, tá René Shaki Joensen bleiv feldur av Tórði Thomsen, ið fekk gult kort.

 

Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Tað er heilt klárt reytt kort. Hatta kann ikki verða annað enn reytt kort, tá tað er aftasti maður og málverjin, sum ger tað. Men vit kunnu ikki skylda upp á dómaran, at vit taptu, sigur René S. Joensen.

 

Les eisini: Samandráttur HB - B36 1-3

 

Fyri B36 skoraði Hans Pauli Samuelsen tvey, meðan Lukasz Cieslewicz skoraði eitt. Málið hjá HB skoraði innskifti Jógvan Rói Davidsen.

 

Les eisini: Samrøða við Lukasz Cieslewicz

 

Við sigrinum er B36 nú bara eitt stig frá oddasessinum, meðan frástøðan nú er fimm stig niður til HB á fjórða plássi.

 

HB-B36 1-3 (0-2)

0-1: Lukasz Cielsewicz 30.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 45.

0-3: Hans Pauli Samuelsen 72.

1-3: Jógvan Rói Davidsen 85.