Rendu seg í hálku á Oyggjarvegnum

Seinastu nátt varð Kaldbakstunnilin stongdur, tí arbeitt varð í tunlinum. Tó bar til at sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan 02 og klokkan 04.

Summir bilførarar valdu at fara á Oyggarvegin, men hesum komu allir ikki líka væl frá.

Løgreglan sigur, at tveir bilførarar, sum høvdu summardekk undir bilinum, vórðu standandi á oynni síðstu nátt, tí teir hildu tað ikki vera ráðiligt at koyra víðari.

- Hált var á oynni, sigur løgreglan.