Rendi á reinsdjór

Champ Car koyrarin Christiano Da Matta varð í gjár fluttur á sjúkrahús, har hann var lagdur undir skurð fyri eina bløðing í heilanum. Hetta hendi eftir at Da Matta við nógvari ferð rendi á eitt reinsdjór, ið var sloppið inn á Road America breytina, har Champ Car bilarnir royndarkoyra hesa vikuna.

 
 
 
28 ára gamli brasiliumaðurin Da Matta varð fluttur við tyrlu á sjúkrahús, og beinanvegin lagdur undir skurð, sigur CNN í dag. Enn hevur RuSport liðið, har Da Matta koyrir, ikki sagt nakað um, hvussu støðan hjá Da Matta er eftir skurðviðgerðina.