Rendi á konu sína - tvær ferðir

Ein 85 ára gamal maður í týska býnum Bremerhaven var so óheppin at renna á konu sína, sum fekk stóran skaða og mátti flytast á sjúkrahús. Sambært løgregluni rendi maðurin tvær ferðir á konuna.

Maðurin skuldi bakka bilin út frá húsunum, men varnaðist ikki, at konan stóð aftanfyri. Úrslitið var, at hann bakkaði á hana, so hon datt og fekk skaða í bæði beinini. Fólk, sum stóðu tilburðin, skundaðu sær yvir til teirra. Í somu løtu gjørdi maðurin av at koyra fram við tí úrsliti, at hann koyrdi tvørtur um beinini á konuni eina ferð afturat, sigur løgreglan í Bremerhaven við tíðindastovuna DPA.