Rendi flogfarið niður við vilja

Líkt er til, at annar flogskiparin við vilja stýrdi flogfarið inn í fjallasíðuna.

Á tíðindafundinum nú beint undan døgurða, kom leiðarin av kanningini av vanlukkuni við sera skelkandi kunning.

 

Leiðarin staðfest tíðindini, sum aðrir miðlar hava borið, um at annar flogskiparin var einsamallur í flogfarinum. Hann greiddi frá at, taluskrivarin á flogfarinum vísir, at flogskipararnir báðir tosaðu saman fyrstu 20 minuttirnar, men at síðani bleiv tøgn, tí at fyrsti flogskiparin fór út úr cockpittinum, allarhelst á vesi.

 

Hesin slapp tó ongantíð inn aftur í cockpittið, av tí at annar flogskiparin noktaði honum atgongd aftur. Flogskiparin bankaði upp á og royndi at sleppa inn, men at annar flogskiparin ikki vildi loyva honum inn, og stutt seinni byrjaði flogfarið at missa hædd.

 

Kanningarleiðarin meinar, at annar flogskiparin við vilja førdi flogfarið inn í fjallasíðuna, við tí einasta endamálið at oyðileggja flogfarið.

 

Seinastu 30 minuttirnar er tøgn í cockpittinum, men ein hoyrir flogskiparan anda, sum týðir á, at hann var í lívi og tilvitaður um tað, hann gjørdi.