Klokkan hálvgum fimm í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá einum bilførara, ið hevði verið partur av einum ferðsluóhappi nær Haldórsvík har tveir bilar rendu saman.
Tað serliga við hesum ferðsluóhappinum var, at viðkomandi, ið boðaði frá óhappinum upplýsti, at hin partur ikki steðgaði á, men rýmdi av staðnum.
- Hol var komi á dekkið í bilinum hjá honum, ið boðaði frá, og samanstoyturin var so mikið harður, at hin bilførarin hevur følt brestin, men er kortini rýmdur av staðnum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Løgreglan gjørdi tó skjótt av og megnaðu at steðga bilføraranum áðrenn hann kom til brúnna um Streymin. Bilførarin varð handtikin og staðnum, og kanningarnar hjá løgregluni staðfesti, at viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka. Sostatt verður bilførarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.