Sum eykaútgerð til Renault Clio fæst nú høgra forsetur, sum kann snarast soleiðis, at lætt er at koma inn og úr bilinum. Sambært Renault er trygdin tann sama sum í Clio við “føstum” forsetri.
Eitt slíkt setur kann vera hent hjá teimum, sum hava trupulleikar við at koma inn og úr vanligum bilum. Í fyrstu atløgu fæst setrið einans sum eykaútgerð til Renault Clio í Fraklandi og nøkrum øðrum evropeiskum londum.









