Nýggi Renault Trafic er eyðkendur av markantum linjum og smartum designi, samstundis sum bilurin hevur sera rúmligan kassa. Trafic hevur notið gott av teimum royndum, ið Renault hava fingið í sambandi við menningina av øðrum Renault bilum, sum til dømis Kangoo og Master. Hetta hevur givið góð úrslit, og bilarnir hava fingið fleiri heiðurslønir í Evropa.
Bilurin innan
Innan er Trafic sum ein persónbilur. Góður at sita í, útsýnið frá førarasetrinum er gott, og bilurin er lættur at koyra. Eins og á øðrum Renault MPV modellum er ein kappi omaná instrumentborðinum, so instrumentini ikki speglast í forrútinum. Nógv pláss eru til at leggja lutir frá sær á. Girstongin er í niðara parti av instrumentborðinum. Av standardútgerð kunnu vit nevna tónaðar rútar, fjarstýrt sentrallás, rættið og førarasetrið kunnu stillast í hædd.
Skivubremsur aftan og framman
Tríggir motorar eru at velja ímillum, tveir 1.9 dCi commonrail dieselmotorar við ávikavist 82 og 100 hk. Eisini er ein bensinmotorur við 120 hk á skránni. Seinni kemur ein 2.5 dCi við 133 hk. Stórur dentur er lagdur á at halda rakstrarkostnaðinum niðri, við t.d. at hava langt millum eftirlitini. Allar útgávurnar hava skivubremsur framman og aftan. Saman við ABS bremsum og elektroniskum bremsukraftdeilara, eru bremsurnar á Trafic millum tær bestu í sínum klassa.
Lastar 1200 kg
Trafic fæst í tveimum longdum við tveimum aksulfrástøðum og lastar upp til 1200 kg. Í stuttu útgávuni er rúmið í kassanum 5 rúmmetrar og í longru útgávuni, ið er 40 cm longri, er rúmið 5.9 rúmmetrar. Lessihæddin er lág, so lætt ar at handfara vøru í og úr bilinum, og hjólkassarnir taka lítið pláss úti í síðunum á kassanum. Seinni í ár kemur ein minibussur á skránna og ein kassavognur við høgum taki.
Renault Trafic 1.9 dCi
Motorurin4 syl. 1.9 dCi turbodiesel og 100 hk
v. commonrail innspræning
Oljunýtsla13.5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/65-16
Stødd og vekt (styttra modellið)
Longd478,2 cm
Breidd190,4 cm
Hædd195,9 cm
Eginvekt1900 kg
Lastar1200 kg
Kassin5.3 rúmmetrar
SøluumboðVR BilarHoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Telefon 322110