Fyri Renault er hetta ófatiliga skuffandi, serliga tí at ungi finnin Heikki Kovalainen bert megnaði 11. bestu tíðina, og sostatt er eingin Renault bilur millum teir 10, ið skulu kappast um fremstu plássini í byrjanini í formil 1 koyringini í Malaysia.
Fyri Honda gjørdist eini ringur dagur uppaftur verri, tá Jenson Button ikki megnaði at verða millum teir 10 skjótastu, og byrjar á 15. plássi. Í fyrstu tíðarkoyring varð greitt, at liðfelagi hansara Rubens Barrichello byrjar á 19. plássi. Ikki serliga sannførandi av japanska stórfelagnum.
11 Heikki Kovalainen - Renault
12 Giancarlo Fisichella - Renault
13 David Coulthard - Red Bull-Renault
14 Takuma Sato - Super Aguri-Honda
15 Jenson Button - Honda
16 Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari
Eftir 1. part av tíðarkoyringini var avgjørt, at byrjunarraðfylgjan millum teir aftastu seks verður hendan í koyringini í morgin:
17 Scott Speed - STR-Ferrari
18 Anthony Davidson - Super Aguri-Honda
19 Rubens Barrichello - Honda
20 Alexander Wurz - Williams-Toyota
21 Christijan Albers - Spyker-Ferrari
22 Adrian Sutil - Spyker - Ferrari










