Renault Mégane II ? annarleiðis og smart design

Við Renault Mégane II vilja fransmenn bróta við pástandin um, at allir nýggir bilar líkjast. Renault Mégane II kemur á marknaðin seinni í ár við tveimum útgávum við 3 og 5 hurðum, sum ikki likjast heilt

Ofta verða bildesignaðir lastaðir fyri at gera bilmodell sum líkjast øllum hinum, og sum flestu fólk kunna góðtaka. Hesir bilar verða ofta anonymir og lítið spennandi. Seinastu modellini hjá Renault hava víst, at teir tora at ganga sínar egnu leiðir. Nýggi Mégane líkist nógv teimum stóru Renault luksusbilunum Avantime og Vel Satis. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform, ið er gjørdur í samstarvi við Nissan. Í fyrstu atløgu kemur nýggi Mégane II í útgávum við 3 og 5 hurðum.
Tað er ikki bert útsjóndin sum er nýggj og annarleiðis. Mégane er fyrsti bilur í heiminum við "Submarining"-airbag í framsetrunum, ein skipan ið forðar fyri, at bilførarin og síðumaðurin kunnu glíða úr trygdarbeltunum undir eini harðari uppbremsing ella í eini ferðsluvanlukku. Síðu- og gardinairbag eru eisini standard. Tríggir bensinmotorar frá 98 til 134 hk og tveir dCi dieselmotorar við ávikavist 82 og 120 hk verða at velja ímillum. Seinni koma aðrir motorar. Vit frætta meira um Renault Mégane II, tá teir koma hendanvegin.