Eftir at hava verið góð fýra ár á marknaðinum er Renault Laguna nú dagførdur við nýggjum designi framman, nýggjari kabinu og nýggjum baklyktum. Bilurin fæst bæði sum hatchback við 5 hurðum og sum stationcar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tá núverandi Renault Laguna kom á marknaðin fyri umleið fýra árum síðan, var talan um eina rættuliga kollvelting í klassanum. Startlykilin varð avloystur av einum smart-korti, og bilurin setti nýggjan standard á trygdarøkinum við t. d. at fáa fimm stjørnur í »European New Car Assessment Programme«, stytt EuroNCAP. Síðan hava øll tey nýggju modellini hjá Renault fylgt eftir við at fáa fimm stjørnur.
Men kappingin á marknaðinum hørð, og fyri at Laguna skal vera heilt "upp to date", hevur hann nú fingið eina facelift bæði innan og uttan. Í nýggju útgávuni líkist Laguna nú meira hinum Renault bilunum.
Framman eru nýggjar forlyktir, kølaragittar og kúfangari, og aftan eru eru nýggjar baklyktir. Kabinan er eisini nógv broytt við nýggjum setrum og instrumentborði.
Bilurin virkar meira innbjóðandi at seta seg inn í, og koyrieginleikarnir eru sum vant í besta franska stíli.
Á tekniska økinum eru eisini fleiri broytingar við t.d. størri motorum. Motorskráin sær nú soleiði út: Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 110 hk, 2,0 litur við 135 hk, 2,0 litur turbo við 170 hk, 2,0 litur GT við 110 hk, og tann størsti 3,0 litur V6 við 210 hk. Síðan eru tað dCi dieselmotorarnir: 1,9 litur við 110 hk, 1,9 litur við 130 hk, og 2,2 litur við 150 hk.
Umframt hatcback útgávuna fæst Laguna eisini sum stationcar. Hesin kostar 17.000 krónur meira og er 12 cm longri. Bíligasti Laguna hatchback við bensinmotori kostar kr. 238.600, og bíligasti diesel kostar kr. 267.000.
Hjá VR Bilum verður sagt, at teir hava tveir av eldra modellinum av Laguna á goymslu: ein stationcar 1.8 - vanligur prísur 285.000, nú einans 235.000 um eingin bilur er í býti, og ein Hathback 1.9 di 120HK - vanligur rísur 293.000, nú einans 243.000 um eingin bilur er í býti.
--









