Tá Renault komu við teimum fyrstu Espace í 1984, vendu teir upp og niður uppá hvussu ein persónbilur eisini kann síggja út og verða innrættaður. Bilurin var stórur, rúmligur og sera brúkaravinarligur, við tað at hann hevði heilt slætt gólv við skinnarum, soleiðis at setrini kundu flytast eftir egnum ynski.
3.0 dCi diesel
Næsta ár kemur so ein heilt nýggjur Espace á marknaðin. Hesaferð verður talan um ein luksus MPV, sum er gjørdur við teimum stóru Renault Avantime og Renault Vel Satis sum fyrimynd. Til dømis fæst hann við einum 6 syl. 3.0 dCi turbodiesel motori við 180 hk og 5 trins automatiskum Proactive gearkassa, við møguleika at skifta manu-elt. Bilurin kemur á marknaðin næsta ár.