Renault Clio klárur til annað umfar

Eftir at hava verið eini trý ár á marknaðinum, og 1.7 mill. bilar eru seldir, hevur Renault Clio nú broytt útsjónd, og er klárur til eitt umfar afturat

 

Eftir at hava verið eini trý ár á marknaðinum, og 1.7 mill. bilar eru seldir, hevur Renault Clio nú broytt útsjónd, og er klárur til eitt umfar afturat


???????????????????

BILAR

Magnus Gunnarsson

????????????????????


Í nýggju útgávuni sær Clio meira áleypandi út, og fronturin minnir um konseptbilin Renault Vel Satis. Aftan eru eisini smærri broytingar, so sum nýggjar baklyktir o.a.

Innan er nýtt instrumentborð, og nú eru fleiri møguleikar at leggja lutir frá sær. Eisini hevur bilurin fingið eina vælvirkandi elektriska servostýring.

Nýggir motorar

1.2 litur bensinmotorin við 75 hk er nýggjur, eins og ein nýggjur sera ljóðleysur common- rail turbodiesel við 60 hk, sum seinni kemur við 80 hk. Renault upplýsir at hesin dieselmotorurin koyrir 23 km/l. Bremsuassistent skipanin er frá teimum størru

Renault bilunum. Bilurin kemur á marknaðin í summar.

Kelda: Bilen Motor & Sport