Rena farin at søkka

Aftari partur av bingjuskipinum Rena, sum sigldi á ein flúr tætt við ný sælendsku strondina í oktober, er í ferð við at søkka, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at vanlukkan fer at gera uppaftur størri skaða á umhvørvið, enn hon longu hevur gjørt.

Tað 236 metrar langa skipið brotnaði av um tvøran í illveðri nú um dagarnar, eftir at tað hevði staðið á einum flúri síðani tann 5. oktober. Tá skipið brotnaði, fóru umleið 150 bingjur í havið.

Vanlukkan við Rena er tann ringasta dálkingarvanlukkan í Ný Sælandi nakrantíð. Umleið 350 tons av olju runnu út í havið, og hóast nógv sjálvboðin hava arbeitt við at taka oljuna upp, er nógvur fuglur deyður.

Skiparin og stýrimaðurin, sum báðir eru úr Filipsoyggjunum, eru ákærdir fyri ósketni, og teir kunnu fáa fongsul í eitt ár, verða teir dømdir sekir.