Tað var grannauppgerð á ovara vølli í Gundadali seinnapartin, tá ið B36 átti heimavøll ímóti HB.
HB vann 1-0. Málið skoraði Eliesar Clementsen miðskeiðis í fyrra hálvleiki. HB hevur saman við Skála fulla úrtøku – seks stig – eftir tvey umfør.
Flytingarvindeygað letur aftur mánadagin, og upp undir afturlatingina hevur verið ikki frítt tosað um, hvussu tað verður við René S. Joensen, sum ikki var í hópinum hjá besta HB liðnum í fyrsta umfari.
Tað hevur ljóðað og verið spátt, at hann er á veg í onnur feløg – millum onnur hevur NSÍ verið nevnt – men enn er René S. Joensen HB spælari, og í dag var hann á næstbesta liðnum, inntil hann eitt korter undan leikloki varð skiftur út.
Millum liðfelagarnar hjá René var Lukas Giessing, sum var á vøllinum í fyrra hálvleiki og ikki kom á vøllin eftir steðgin.
Á B36 liðnum, sum eftir tvey umfør hevur eitt stig – javnleikur í Vági í fyrsta umfari – var eingin, sum higartil í ár hevur verið í besta hópinum.
Í triðja umfari skal B36 fríggjakvøldið spæla á útivølli ímóti B71, meðan HB leygardagin fær vitjan av Víkingi.