##med2##
HB er fyri fyrst settir av í FM-stríðnum í Betrideildini. Liðið hevur tó eina steypafinalu móti Víkingi á Tórsvølli 21. september og eina evropeiska endastøðu at kappast um aftaná 1-3 tapið móti KÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík fyrr í dag.
- Í ár hava marginalirnir ikki verið soleiðis í parti við HB, sum teir vóru í fjør. Tað sást væl í góðveðrinum í Klaksvík ídag. KÍ vann 3-1, eftir at HB í mesta partin av tíðini var leikliga omaná, tríggjar ferðir rakti træverkið og misnýtti brotsspark.
Kristian Joensen í KÍ málinum var framúr væl upplagdur, og klaksvíkingar vunnu góða úrtøku, tá ið møguleikin var har. Soleiðis orðaði Jóannes Hansen seg um dystin á in.fo fyrr í dag.
Heimafturvendi René Shaki Joensen hjá HB er greiður yvir, at liðið kann ikki vinna við at brenna so stórar málmøguleikar.
René viðgongur, at HB fyri fyrst eru settir av í FM-stríðnum, men René slær fast, at hann og liðfelagarnir fara at stríðast fyri at vinna dystirnar sum eru eftir í kappingini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen aftaná 1-3 tapið móti KÍ.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum sum komu í dystinum millum KÍ og HB. Til ber eisini at hoyra samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.
##ms##