René Shaki Joensen er í hesum døgum í Ísrael, har hann hevur vant við Hapoel Peta Tikva, sum spælir í toppinum í næstbestu deildini. Pápi René Shaki Joensen er úr Ísrael og landsliðsspælarin hevur víst á, at hann hevur hug at læra landið og málið at kenna, so hann betri kann samskifta við familjuna hjá sær.
Les eisini: René roynir eydnuna í Ísrael
- Teir skulu koma við einum boðið ein av døgunum, og so mugu vit meta um tað er gott nokk. Fyri mítt viðkomandi eru pengarnir ikki tað týdningarmiklasta. Mítt mál við at skifta er at gerast ein profilur, og kunnu seljast ella koma upp í bestu deildina um í mesta lagi hálvt annað ár, sigur René Shaki Joensen.
Les eisini: René roynir nýggjar leiðir
Landsliðsspælarin hevur eisini verið og royndarvant í næstbestu deildini í Noreg. Tað er helst minni munurin millum stigi á fótbóltinum í næstbestu deildini í Noreg og Ísrael.
- Komandi skiftið hjá mær skal vera fótbóltsliga gott fyri meg. So kunnu aðrir ágóðar koma, um eg klári meg væl, sigur René Shaki Joensen.
Hapoel Peta Tikva spældi í fleiri ár í bestu deildini í Ísrael, men flutti niður orsaka av fíggjarligum trupulleikum. Felagið er nú komið fyri seg fíggjarliga og ætlar sær at flyta upp í bestu deildina.