Føroyski landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, sum trý tey seinastu kappingarárini hevur leikt við danska felagnum, Vendsyssel, er í hesum døgum uttan sáttmála.
Fyri stuttum var hann í Ísrael, har ætlanin var at hann skuldi royndarvenja við felagið í Ísrael, sum tó ikki var til nakað. Tað er tó ikki óhugsandi at hann í næstum aftur skal til Ísraels, har hann skal royndarvenja.
Í gjár gekk leiðin hjá René Shaki Joensen so ístaðin til Noregs, har hann teir komandi dagarnar hyggur eftir umstøðunum í Frederikstad FK, sum dagliga spælir í næstbestu norsku deildini. Eisini fer René Shaki Joensen at venja við norska felagnum.
Sum skilst hevur René Shaki Joensen fleiri møguleikar til komandi kappingarár, har feløg í Íslandi eisini hava víst áhuga fyri føroyska landsliðsleikaranum. Tað er tí enn ógvuliga ógreitt hvar hann fer at spæla eftir summarfrítíðina.