René Sahki Joensen hevur í ár spælt við íslendska Grindavik, men hann kundi ynskt sær, at koma til eitt felag, har allir spælararnir eru fulltíðarspælarar.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg spæli bara fótbólt, tá eg eri í íslandi, men fleiri av mínum liðfeløgum eru ikki fulltíðarspælarar. Eg føli, at eg má koma til eitt felag, har eg mennist meiri til venjing. Sjálvt um vit spæla móti góðum liðnum, so er tað ikki tað sama til venjing, sigur René Shaki Joensen við FM1.
Les eisini: Broyta spælskipan og tveir spælarar
Føroyski landsliðsspælarin leitar tí í løtuni eftir nýggjum felagi, men hevur sáttmála við Grindavík í eitt ár afturat. Hann sigur eisini, at fyribils hugsar hann ikki um at koma aftur til Føroyar at spæla, men avvísur ikki, at tað kann blíva eina mæguleiki, um hann ikki finnur rætta felagið uttanlands.
Les eisini: (Lars Olsen) Vit gera tvær broytingar
Tað er líkt til, at René Shaki Joensen skal spæla á framrættaða miðvøllinum, tá Føroyar í dag spæla Nations League landsdyst móti Kosovo á Tórsvølli. Hetta ræðist hann ikki.
- Eg havi spælt á hasum plássinum í næstan alt ár, so um tað verður støðan, so eri eg klárur, sigur René Shaki Joensen.
Dysturin millum Føroyar og Kosovo verður á Tórsvølli í dag klokkan 17. FM1 byrjar at senda frá klokkan 15.