René brotið beinið

René Shaki Joensen spælir ikki fótbólt komandi tríggar til fýra mánaðirnar. Hann hevur verið undir skurð, eftir at hann breyt beinið í desembur mánaði.

 

Alt gekk væl við skurðviðgerðini mánadagin. René skal nú binda fri í minst eina viku, áðrenn hann kann byrja at styrkivenja aftur.

 

- Eg ætli mær at brúka hesa tíðina at styrkja kropsliga partin, sigur føroyski U21 landsliðsspælarin í Brøndby IF.

 

René verður ikki førur fyri at spæla fótbólt aftur í tríggjar til fýra mánaðir.