Mætu Manchester City vunnu seg trygt víðari í UEFA CUP kappingini. Ikki tí, einki varð væntað av EB/Streymi. Tær reisur taptu sundalagsmenn við tveimum málum móti ongum móti enska Premier League-felagnum. Tá tað gjørdist greitt, at samansetta felagið úr Sundalagnum skuldi royna seg ímóti Manchester City var gleðin stór og eisini ótti. Ótti fyri einum ordiligum skrædli. Stríðshugaðir føroyingar við ótrúligum hugburði megnaðu tó at standa ímóti, og vóru heldur klappaðir av leikvøllinum í gjár. Serliga stóð René Torgarð væl, og ferð aftaná ferð vardi hann fyri ágangandi mótstøðumonnunum. Hann var av fleiri enskum miðlum valdur sum dagsins maður. Men munurin á Premier League og Formuladeildini var tó aftur staðfestur í ríkiligan mun.
Málleyst í steðginum
Sigfríður Clementsen valdi aftur eitt væleydnað verjukent útgangsstøði. Fróði Clementsen og Anders Post Jacobsen vóru á miðvøllinum, meðan Sorin Anghel loysti av Levi Hanssen, sum hevur verið darvaður av skaðum. Hvussu var og ikki, so vigaði stríðshugin mest, og leingi eydnaðist at halda mótstøðuni frá at fáa bóltin í netið. Manchester City hevði fleiri upplagdar møguleikar, men takka verið hepni og stórbjargingum frá stórspælandi René Torgarð var málleyst í hálvleikinum.
EB/Streymur hevði sína fyrstu og vandamestu roynd eftir einum góðum korteri. Rumenin Sorin Anghel sneiddi Vedran Corluka av, áðrenn hann úr spískum sendi móti málinum. Bólturin tók í stólpan og út av vøllinum.
Málini
Manchester City legði bragdliga fyri, og var á bóltinum í stórum løtum. Daniel Sturridge, Vedran Corluka og Elano vóru sera nær við, men tá tað ikki eydnaðist, blivu føroyingarnir meira og meira bjartskygdir. Seinni hálvleikur var tó ikki gamal, áðrenn heimaliðið legði seg á odda. Darius Vassel legði, júst sum í dystinum á Tórsvølli, upp til Martin Petrov, sum umvegis ein sundaglagsmenn loksins fekk bóltin framvið René Torgarð. Málverjin hjá EB/Streymi var í serflokki, og tað var serliga takkað verið honum, at sigurin hjá heimaliðnum ikki gjørdist størri.
Hann kundi tó ikki gera nakað við, at Darius Vassel økti um leiðsluna í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Enski framherjin var spældur einsamallur, áðrenn hann sneiddi málverjan av og sendi í tóma málið.
Mikkjal Thomassen var innskiftur, tá seinasti triðingurin av seinna hálvleiki manglaði. Miðvallarin hevur verið sera illa darvaður av skaðum seinastu mánaðirnar, og tað er sjálvandi gleðiligt hjá Sigfríði Clementsen, at hann aftur hevur landsliðsleikaran at ráða yvir.
Ikki nógv at gera
EB/Streymur hevði onga nevnisverda roynd á málið í seinna hálvleiki. Tað ráddi fyrst og fremst um at minimera tapið sum best. Og tað eydnaðist. Manchester City vann við 2-0, og vann seg trygt víðari samanlagt.
Sundalagsmenn hava als ikki gjørt seg fyri skommum, hóast teir í góðar 180 minuttir hava verið á egnari hálvu og vart fyri. Eitt flott úrslit, sum hevur verið við til at sett Føroyar á heimskortið. Størsta avbjóðingin hjá einum føroyskum felag nakrantíð gjørdist ein positiv uppliving. Flott EB/Streymur!
Í boks!!!!!
Torgard saves again!
Ensku miðlarnir hava í dag bara rósandi orð at bera René Torgarð fyri sítt avrik í gjár. Sosialurin hyggur at onkrum av tí, sum bløðini og heimasíðurnar skrivað.
Torgard was to be the Faroes' star. He produced a flying save to touch over a fine drive from Sturridge following a neat turn on the edge of the box.
Team Talk
Torgard continued his outstanding performance by blocking from Johnson and Elano, twice, as City looked for more.
Team Talk
Rene Torgard was cheered off the Oakwell pitch after the part-time goalkeeper from the Faroe Islands defied almost everything Manchester City hurled at him, but even he could not defy such massive odds all night.
Daily Mail
The Blues Bermuda Triangle position was filled by Elano and he had three chances to open the scoring in the first half hour twice firing past the near post and then seeing another effort saved by the impressive Rene Torgard.
Manchester Evening News
Torgard denied Vassell once more and saved twice from the lively Daniel Sturridge while Elano shot over - all inside the opening 10 minutes.
BBC
Exasperated boss Mark Hughes saw his side manage to find the net only twice from an incredible 34 efforts as the overworked Torgard, 28, kept the Faroes side in the game.
Daily Express
Torgard was having the game of his life in the Streymur goal and again pulled off a top drawer stop to parry away Elano’s well struck shot on 27 minutes.
Barnsley News










