Fyrsta FM umfar hevur verið í dart um vikuskiftið. Remy G. Hansen vann fyrru kappingina, sum er við bólkaspæli og styrkismeting, meðan Hans Eivind Olsen vann cup-kappingina. Hjá kvinnum vann kona Hans Eivind Olsen, Eydna Olsen, seinnu kappingina, meðan Gunnbjørg Dam vann fyrru kappingina.
Les eisini: Kasta aftur eftir bull
Úr Klaksvik veråur sagt, at spælararnir eru óvanliga væl fyri til hetta kappingarárið. Tað sást millum annað í bólkaspælinum hjá monnum, har Remy G. Hansen – í saman við Bárði Olsen er FM favorittur – endaði á øðrum plássi í sínum bólki.
Les eisini: Bárður Olsen trívist undir trýsti
Tað merkti so, at Remy G. Hansen og Bárður Olsen, sum vann sín bólk, møttust áðrenn finaluni TAð endaði við einum braki av einum dysti, ið Remy G. Hansen vann 4-3.
Les eisini: Remy við nýggjum pílum
Næsta FM kapping verður í Skopun tann 24 september
Úrslit:
Menn A bólkur
1. Remy G Hansen (Kongshavn)
2. Jens Albert Simonsen (VDF)
3. Barður Olsen (HDF)
3. Esmar Mikkelsen (Pílar & Skot)
Menn B bólkur
1. Allan við Rætt (Tofta dart)
2.Jákup Martin Jacobsen (Kongshavn)
3. Johannes Johannesen (HDF)
3. Niels Thomsen (HDF)
Kvinnur
1.Gunnbjørg Dam (HDF)
2.Maibritt Káradóttir Hvíthamar (HDF)
3.Eydna Olsen (Team Sandoy)
3. Birthe Bakatseq Sikivat (HDF)
Menn beinleiðis cup
1. Hans Eivind Olsen (Team Sandoy)
2. Remy G Hansen (Kongshavn)
3. Bogi Isaksen (KDF)
3. Jan Midjord (HDF)
Kvinnur onnur kapping
1.Eydna Olsen (Team Sandoy)
2.Durita Joensen (KDF)
3.Terja Ósa (KDF)