Remy G. Hansen stóð aftur eftir sum vinnari, tá 8. umfar í FM í dart var um vikuskiftið. Tað er nú púra javnt í samlaðu støðuni í FM kappingini, har bæði Bárður og Remy hava 86 stig í part.
Eins og í 7. umfari í Havn, so møttust Remy og Bárður í hálvfinaluni. Hesa ferð var tó ongin ivi um úrslitið, tí Remy G. Hansen vann 5-0. Í hini hálvfinlauni vann Mortan Sólheim Thomsen 5-1 á Jan McIntosh.
Í finlauni vísti Remy G. Hansen aftur ræðandi styrki og vann 6-0. Við sigrinum er Remy komin ájavnt Bárði Olsen í oddinum. Sostatt er spenningurin í topp undan tveimum teimum seinastu FM umførunum, sum verða 18. og 25. apríl.
Stigatalvan eftir 8. umfar:
Einmansleikur:
1 – 2 Bárður Olsen 86 (Stig)
1 – 2 Remy G. Hansen 86
3 Bogi Isaksen 72
4 Petur Thomsen 70
5 Jørgen Meitilberg 64
6 Jens Albert Simonsen 54
7 Jón Johansen 46
8 – 9 Ólavur Ellingsgaard 36
8 – 9 Jan McIntosh 36
10 Oddfinn Hansen 32
Tvímansleikur:
1: Bogi Isaksen 35 (stig)
2-3: Ólavur Ellingsgaard
2-3: Jan Erik Fjallstein 30
4: Jens Albert Simonsen 28
5: Jan McIntosh 25
6-7: Remy G. Hansen
6-7: Bárður Olsen 20
8: Poul Poulsen 18











