Relatiónir skulu ikki skiftast út við teldilin

Tað sigur sálarfrøðingurin

Granskingin vísur, at brúkið av teldlum hjá børnum skal avmarkast og ikki koma ístaðin fyri samband og nærveru við vaksin. Tað er tað, sum er mest umráðandi, heldur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.

 

– Tú mást ongantíð brúka ein teldil ístaðin fyri relatiónir. Tað skal vera eitt ískoti, men ongantíð verða primert, sigur hon.

 

Tað vísir seg, at teldlar verða ofta nýttir sum eitt slag av barnagentu, soleiðis at foreldrini kunnu fáa frið til okkurt annað. Tað er umráðandi at geva børnunum tað, sum tey hava brúk fyri, heldur enn at stinga teimum ein teldil í hondina, heldur hon. Tey hava tørv á ordiligari kontakt við tey vaksnu.

 

Ein annar trupulleiki er, at børn eisini verða alt ov inaktiv, og brúka kroppin ov lítið. Inaktiv børn verða ikki einans ov tjúkk, men tey læra ikki at brúka kroppin ella hugflogið, og júst hetta er umráðandi í útviklingini hjá barninum.

 

– Rørsla og balansa hevur stóran týdning fyri innlæring og samskipan millum vinstru og høgru heilahálvu. Børn útvikla bæði fínmotorikk og innlæringsevni, tá tey flyta seg kropsliga, sigur hon.

 

Sum sálarfrøðingur hevur Kathrina upplivað ferð eftir ferð, at foreldur hava trupulleika við, at børnini eru bundin at teldlum. Tey vita ikki, hvussu tey skulu venja børnini av við trongdina til at nýta teldil. Hon heldur at í eini slíkari støðu mugu foreldur hugsa um hvat skal koma ístaðin fyri teldlilin.

 

– Børn læra ikki at spæla av sær sjálvum, tey skulu læra at vera til í verðini, og tí riggar ikki at bara taka teldilin frá teimum. Hetta, at læra tey hvat tey skulu gera ístaðin, er ein liður í umsorganini av barninum, sigur hon.

 

Teldilin er ofta ein stutttíðar loysn uppá eina stressaða støðu. Barnið fær ein teldil í hondina og verður sissað umgangandi, men verður aftur stressað, tá tað sleppir teldlinum aftur.

 

– Børn verða fangaði av litum og røslum, og eru hugbundin av undirhaldinum í løtuni, men so skjótt tey eru liðug at brúka teldilin eru tey aftur órólig. Eisini verður mælt til at teldlar ikki verða nýttir áðrenn songartíð, tí tað aktiverar og stimulerar ein part av heilanum og stressar barnið eitt sindur, sigur hon.

 

– Tað kann ikki brádliga verða soleiðis at nærsambond ikki eru tað, sum er tað týdningarmesta. Tað hevur tað verið til allar tíðir, sigur Kathrina.

 

Um børnini fáa nærleika frá vaksum, og røra seg dagliga, so er avmarkað nýtsla av teldlum ikki beinleiðis skaðilig, leggur Kathrina afturat. Hóast hetta, so mást tú kenna einstaka barnið.

 

– Barnið er eitt individ. Fyri summi er tað óheppið at hava atgongd til teldilin ávísa tíð á degnum, meðan fyri onnur er tað í lagi. Børn skulu tó hava loyvi til at krevja aðra kontakt enn ta frá teldlinum. Tey vaksu mugu gera sær ómak at læra sítt egna barn at kenna.

 

– Man skal vera varin, og tryggja sær at tað eru rúm, har menniskju møta menniskjum, tí relatiónir eru altavgerandi