Rekur politikk sum Olsen-banden

– Eg havi ongar pengar at kanna Eik Grunnin fyri!
Tað er niðurstøðan hjá Johan Dahl, lands­stýr­is ­manni í vinnumálum, sum varð­­ar av almennu skrá­set­ing­ini, sum eigur at kanna slíkt.

Tú kundi eins væl hild­ið, at tað var Erik Ball­ing, sum hevur skrivað manu­skript­ið hjá vinnumála­ráð­harr­a­num, í øllum før­um hev­ur hann sama motto, sum Jensen, kriminalassistentur í Ol­sen-banden, hvørs nið­ur­­støða er, at: Det eneste pol­i­tiet kan gøre, når de virke­lig store for­bryd­ere kom­mer forbi, er at til­byde dem sin beskyttelse.

Tey, sum hava veruligu á­byrgd­ina av skrædlinum hjá Eik Grunn­i­num og Eik Banka kunnu í so máta anda lætt­an, tí hetta mál­ið er alt for stórt til, at Johan D­ahl, lands­stýr­ið ella løg­ting­ið tím­ir at gera nakað við tað.

– So vit kunnu bara heilsa sum Ben­ny í Ol­sen-Ban­den:
Skide­gott Johan!