Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetur Føroya, góðtekur ikki roknistykkið, ið Jacob Eli S. Olsen, næstformaður í Føroya lærarafelag, vísti til í grein á heimasíðuni hjá Føroya lærarafelag í dag, har staðfest bleiv, at játtanin til læraraútbúgvingina er munandi lækkað, síðan útbúgvingin bleiv lagd undir Setrið.
Í lesarabrævi í kvøld skrivar rektarin á Setrtinum, at samanberingin ikki er røtt, men at játtanin er størri nú enn hon var fyri nøkrum árum síðan.
- Tað er skeivt at siga at Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum. Síðan 2012 hevur verið arbeitt við at styrkja útbúgvingar- og granskingarvirksemið á deildini. Hetta sæst m.a. við, at talið av føstum starvsfólkum og granskarum er økt, at fakini støddfrøði og føroyskt eru uppraðfest, og við at starvslæran verður styrkt. Fleiri onnur dømi kundu verið nevnd, skrivar Sigurð í Jákupsstovu og leggur afturat.
- Vit harmast um at Føroya Lærarafelag ber slík tíðindi uttan fyrst at venda sær til Fróðskaparsetrið, tí, fyri at nýta orðini hjá Jacob Eli, so er Námsvísindadeildin grundin undir fólkaskúlanum og fremsti samstarvsfelagi hjá lærarayrkinum.
Til ber at lesa alt skrivið frá rektaranum á Setrinum við at trýsta á her.