Rektari skipar palestinska stjórn

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur heitt á Rami Hamdallah (vinstrumegin á myndini), rektara við al-Najah universitetið í Nablus, um at royna at skipa nýggja stjórn.

Hamdallah hevur verið rektari síðani 1998, og eisini hevur hann staðið á odda fyri bæði palestinsku valnevndini og palestinska virðisbrævamarknaðinum.

Islamistiska rørslan, Hamas, sum ræður fyri borgum í Gazageiranum, fordømir útnevningina av Hamdalla og skírir hana at vera ólógliga.