Rektari gjørdi næming við barn tvær ferðir

Ein fyrrverandi rektari í einum lítlum skúla nærindis Bodø í Noregi er nú dømdur hálvt fjórða ára fongsul, bæði í Salten Tingrett og í Hålogaland Lagmannsrett.

Grundarlagið undir dóminum er, at 51 ára gamli rektarin misbrúkti sín status og fór í eitt "forhold" við eina 15 ára gamla gentu, ið tá var næmingur á skúlanum.

Tað er Avisa Nordland, sum ber hesi tíðindi.

Fyrrverandi rektarin hevur alla tiðina sagt seg ósekan og hevur kært dómin til Hægstarætt, sum nú hevur víst kæruni frá sær. Tí verður dómurin, sum hann hevur fingið, ikki broyttur.

Aftrat fongsulsrevsingini, skal fyrrverandi rektarin eisini rinda gentuni 198.000 krónur í endurgjaldi.

- Tað er gott, at eitt punktum nú er sett fyri hesum máli, sigur advokaturin hjá gentuni, Kristin Fagerheim Hammervik, sum leggur aftrat, at hetta hevur verið ein trupul tíð hjá gentuni, sum nú er 23 ára gomul.

Lagmannsretten sló fast, at rektarin er sekur í álvarsligari misnýtslu av sínum status og áliti fyri at røkka sínum egna kynsliga tørvi - við einum næmingi, sum bert var 15 ára gomul, tá alt byrjaði.

Avisa Nordland leggur aftrat, at næmingurin ikki minni enn tvær ferðir gjørdist við barn við rektaranum.