Rekling farin frá

Skrivarin hjá Bankakanningarnevndini hevur lagt frá sær

Bankanningarnevndin boðaði í tíðindaskrivi í gjár frá, at skrivarin hjá nevndini, Michael Rekling, hevur lagt frá sær.

Sagt verður, at hóast nevndin onga orsøk sær fyri, at seta spurnartekin við gegni skrivarans, hevur hann kortini valt at fara frá.

Tað hendir einans fyri at geva nevndini arbeiðsfrið, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Men nevndin fer ikki langt eftir nýggjum skrivara. Hon hevur tilnevnt ein annan advokat hjá sama advokatfelag, Plesner og Grønborg. Hann eitur Finn J. Lernø.

Viðmerkt verður í tíðindaskrivinum, at Michael Rekling einki samband fer at hava við Den Danske Bank frá tí, Hægstarættarsakin er liðug, til bankakanningin er komin at enda.

Tað verða ikki gjørdar fleiri viðmerkingar í fjølmiðlunum til hetta tíðindaskriv, siga teir tríggir limirnir í Bankakanningarnevndini, Jørgen Grønborg, Svein Wessel-Aas og Erik Holst Jørgensen at enda í tíðindaskrivinum, teir sendu út seinnapartin í gjár.