Reka føroyingar av landinum

Nú verður roynt at fáa fløskuhálsar í heilsuverkinum, burtur

- Hetta er næstan tað sama sum at reka ungar kvinnur av landinum.

 

Tað staðfestir Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon hevur spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um, hvussu støðan er viðvíkjandi útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing.

 

Bjørn Kalsø sigur, at seinast søktu eini 80 fólk inn á útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðing og teir flestu av umsøkjarunum eru skikkaðir. Men skúlin tekur bara 22 lesandi inn, og sostatt vóru tað einir 60 umsøkjarar, sum fingu avslag, hóast teir flestu av teimum eru skikkaðir at fara undir útbúgvingina.

 

Bjørn Kalsø sigur, at tað tað er ikki plásstrot ella peninganeyð á Fróðskaparsetrinum, sum er atvoldin til, at so fáir umsøkjarar verða tiknir inn á skúlan.

 

Hann sigur, at skúlin kundi tikið yvir 30 næmingar inn, hvørja ferð, men stovnarnir í heisluverkinum hava boðað frá, at tað er bara pláss fyri 22 lesandi í starvsvenjing.

 

Útbúgvingin skal fylgja altjóða krøvum, og orsøkin til at so fáir næmingar verða tiknir inn á skúlan, er rætt og slætt tann, at tað eru ov fá pláss til starvsvenjing undir útbúgvingini.

 

Starvsvenjingin skal takast á einum sjúkrahúsi, ella á einum stovni á heilsuøkinum og landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur tikið spurningin  upp við Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum við tí endamáli at útvega fleiri starvsvenjingarpláss.

 

Sjálvur heldur Bjørn Kalsø, at tað er ógvuliga harmiligt, at skúlin bara tekur 22 lesandi inn, tá ið pláss er fyri yvir 30 næmingum og tí er tað ógvuliga avgerandi at fáa fleiri pláss til starvsvenjing.

 

Kristina Háfoss heldur, at hetta er næstan tað sama sum at reka ein hóp av fólki av landinum, tí tey sleppa ikki at útbúgva seg í Føroyum.

 

Eisini Gunvør Balle heldur, at skulu vit fáa fólk at verða verandi í landinum, verður tað neyðugt at hava útbúgvingarmøguleikar. Hon heldur, at vit í nógv størri mun kundu brúka Ísland og Grønland sum starvsvenjingarpláss.

 

- Tað kundi verið ein stuttleiki hjá lesandi at sloppið í starvsvenjing í Íslandi og Grønlandi, heldur hon.