Reka avgustarnar suðureftir

Avgustarnir í Hvalvík eru ikki strandaðir og teir fara nú suðureftir

Avgustarnir, sum lógu at kalla uppi á turrum í Hvalvík í morgun, eru kortini ikki strandaðir.

 

Tað vátta tey av vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli.

 

Brimil hevur sett tveir bátar í Sundalagið í eini roynd at reka teir tríggjar avgustarnar aftur til havs og fyribils gongurso dánt eftir ætlan.

 

Teir eru leysir og fara spakiliga suðureftir, sigur teir á Brimli.

 

Hann sigur, at bátarnir stima innanfyri avgustarnar og royna at skúma sjógvin upp aftanfyri teir og fyribils sær út til, at framferðarhátturin riggar.

 

Les eisini: Royna at reka teir út aftur

 

Sí fleiri myndir av avgustunum og royndini at reka teir útaftur, við at trýsta HER