Reistu minnisvarða yvir háskúlamenninar

Flaggdagin 1976 varð minnisvarðin yvir teir báðar háskúlamenninar, Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, avdúkaður. Vit endurgeva úr Sosialinum 28. apríl 1976.

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI


Nógv fólk var samankomið til avdúkanina. Formaðurin í Háskúlafelagnum, Sam Hansen, helt røðu og nevndi, hvønn týdning hesir báðir hava havt fyri landið, og at tað var breið semja um, at ein minnisvarða høvdu teir uppiborið. Sam Hansen segði, at felagið var ovfarið av teirri stóru undirøtku, sum áheitanin um peningastuðul til tiltakið fekk.

Sendu heilsanir

? Eisini frá gomlum limum í útlandinum fingu vit stuðul, og hóast tað er lítið pláss at skriva á eina postávísing, so høvdu summir teirra skrivað eina lítla heilsan, t. d. »Teir høvdu tað uppiborið«, »Eitt gott tiltak«, og »Er tað ov lítið, so sigið frá«, nevndi Sam Hansen í røðu síni. Síðani avdúkaðu Anna Hermansen og Jóannes av Skarði minnisvarðan yvir tað er fedrar teirra.

Tað er Fridjof Joensen í Klaksvík, sum hevur evnað tann snotiliga minnisvarðan og træskurðin til. Varðin stendur á vøllinum uttan fyri Háskúlan.

Hættaði sær ikki

Tað var ætlanin, at Sanna av Skarði,skuldi avdúka minnisvarðan, men tá tað leið út á dagin, hættaði hon sær kortini ikki. Sanna fylti 100 ár fyri góðari viku síðani. Í staðin bar Jóannes av Skarði heilsu frá móður síni til teirra, sum vóru samankomin til avdúkanina.

Aftaná var samkoma inni á háskúlanum, har Heðin Brú helt røðu.