Reistrup í regninum

Í oysandi regni borðreiddi Høgni Reistrup Band við poppi av nýggju fløguni
Heilt fitt av fólki stóðu í regninum og bíðaðu eftir einum heldur seinkaðum Høgna Reistrup.

Endiliga komu so nakrir vælklæddir mans út á pallin. Høgni sjálvur við gittara og munnharmoniku, og afturat sær hevði hann seks tónleikarar.

Teir spældu vælpussaðan singer/songwriter popp. Teir spæla væl saman, og tað riggaði væl við blásarunum afturat. Høgni hevur eina serstaka rødd, og hann dugur væl at syngja.

 

Sangirnir eru poppsangir, og lættir at lurta eftir. Og fólki tímdi at lurta. Tí hóast klokkan var farin væl av tvey, og tað til tíðir regnaði av grimd, so legðist tað til av fólki sum konsertin leið.

Sangirnir vóru av nýggju flöguni hjá Høgna, sum júst er komin út. Tað vóru mest friðarligir sangir, tó at meira lív kom í ímóti endanum.

 

Stutta konsertin var góð, eisini tí at tey endiliga havi funnið útav at koyra harðari frá á pallinum á Torginum.

 

 

Oddur á Lakjuni