Nýggja autistaheimið varð júst reist og Merkið varð vundið í húnarhátt fyri fáum døgum síðani. Nú liggur alt í sori, og bara stoypta grundin stendur eftir.
Hetta var mest umfatandi skaðin í Klaksvík, sum stóðst av nógva vindinum um vikuskiftið. Høvuðsuppgávan hjá sløkkiliðnum í hesum sambandi er at skaðafiksera ella at fyribyrgja fleiri skaðum.
- Vit á sløkkiliðnum fóru oman á autistaheimið at skaðafiksera har, tá alt koppaði. Vit løgdu stórar betongklossar, ið viga eini tvey tons, á alt tað leysa, sum lá og feyk í vindinum fyri at tað ikki skuldi gera størri skaða. Tað er tó torført at arbeiða í so nógvum vindi og regni, sigur Kári Kjælnes.
- Har fór alt sum tað var. Tvey hús stóðu lið um lið og flaggaðu í síðstu viku, men tey eru meira ella minni burtur nú og byrjast má umaftur. Ilt er at meta um, hvussu nógvur vindurin var, men styrkin var sera ójøvn, og hvirlurnar kundu vera sera harðar, sigur Kári.
Sløkkiliðið hevur annars verið runt um ein stóran part av býnum fyri at rudda leys ting upp, sum vindurin hevur tikið. Tað byrjaði í smáum við at onkur skúrur, sum stóð Niðan Horn, fór á flog.
Nógv byggivirksemi er í býnum, og tá liggur altíð nógv tilfar og rekst á byggiplássum. Fleiri tungir formar, sum verða nýttir til stoyping fóru í luftina.
Studio Pegasus fekk vitjan av eini skiftilast til lastbilar, sum lá leys. Hon kom at liggja beint uttanfyri høvuðsdyrnar. Einki fólk var á staðnum, tá tað hendi, men fleiri rútar vórðu knústir inn.
Ein ruskbingja hjá IRF fór á rull av nógva vindinum. Tað var um reppið, at hon endaði á nøkrum bilum. Var hon farin einaferð runt afturat, høvdu bilarnir ligið undir.
Kári Kjelnæs sigur annars, at nógv leys ting ligga og rekast, og tað kann vera vandamikið, tá tað fer á flog. Serliga tá vindstyrkin er so høg sum hesuferð, tá tungar bingjur verða tiknar av vindinum. Tí skulu fólk hava í huga, tá nógvur vindur er, at taka leys ting inn og harvið forða fyri størri skaða enn neyðugt.









