Reisigildi í Rituvík

Í gjár var reisigildi í Rituvík, tá ið nýggja missiónshúsið varð reist. Húsið verður í tveimum hæddum, og hvør hædd verður 200 fermetrar til støddar

Tað er TN-bygging, sum byggir og innilokar húsið, og hetta arbeiðið skal avhendast í seinasta lagi 30. juni í ár. Tá eru allir útveggir innandura klárir at spartla og mála, skrivar Trúboðin.

– Ætlanin er so at gera alt innanduraarbeiðið við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Vit ætla fyrst at gera niðaru hæddina klára at brúka og bíða fyribils við ovaru hæddini. Hvussu langa tíð hetta fer at taka, veldst bæði um fígging og hvussu sjálvbodna arbeiðið gongur. Eg vóni tó, at niðara hæddin kann takast í brúk í fyrru hálvu av 2021, sigur Hjalmar Hansen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið í Rituvík.

Gamla húsið var í tveimum hæddum, sum tilsamans taldu 192 fermetrar.

Nýggja húsið verður eisini í tveimum hæddum, men meira enn dupult so stórt, tí hvør hædd verður 200 fermetrar. Í kjallaranum verður ”multisalur”, 104 fermetrar til støddar. Eitt nú kunnu 120 sleppa til borðs. Harumframt er køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra. Í erva verður ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi.

##med2##

Ein bygginevnd stendur á odda fyri byggingini. Í henni eru Jóhan Henrik Olsen, Helgi Olsen, Thomas Kjelnes og Hjalmar Hansen.

Arbeiðið at gera nýggja missiónshúsið hevur gingið skjótt og væl hesa seinastu tíðina.

Í hesum koronatíðum, var ikki gjørligt at gera nakað serligt burturúr, tá ið húsið varð reist. Tó fingið arbeiðsmenninir bjóðað ein góðan drekkamunn frá stýrinum og varð hóskandi fjarstøða hildin við hesa lítlu samkomu.

Nú verður farið í gongd við at leggja tak á, og síðani kann byrjast at arbeiða innandura. Vindeygu og klædningur til húsið kemur einaferð í mai.

Nýggja húsið verður bygt á sama grundstykki, har gamla missiónshúsið stóð. Tað húsið var frá 1935, men líka síðani 1919 hevur virkið missiónsarbeiði verið í Rituvík.
Síðsta møti í gamla húsinum var 20. august í 2017, og húsið varð tikið niður seinni sama ár.

##med3##

Hesa tíðina hevur arbeiðið hildið til í Frítíðarskúlanum við Stórá.

Hjalmar Hansen upplýsir, at tá ið húsið verður latið teimum innilokað í summar, og sjálvbodna arbeiðið kann fara í gongd, hevur tað kostað 3,2 milliónir. Tá eru allar útreiðslur taldar við, eisini jarðhiti, har tvey hol eru borað til endamálið. Av hesum eru 2,2 milliónir komnar inn í gávum, eins og frá serligum tiltøkum, so sum ein árligur basarur seinastu árini. Tann síðsta milliónin er lánt, skrivar Trúboðin.