Seinnapartin í dag var reisigildi í nýggja Musikkskúlanum við Landavegin. Borgarstjórin frøddist um, at nú fáa vit endiliga høvið at síggja, hvussu einastandandi Musikkskúlin fer at verða.
- Ongin okkara ivast í hvønn týdning, tónleikur hevur. Sagt er, at har orð ikki røkka, har talar tónleikurin. Tónleikurin rúmar okkara sál og allar okkara kenslur, hann er fyri øll, hann skapar samanhald og gevur styrki, hann er lekjandi, segði borgarstjórin.
- Ongin okkara ivast heldur, hvønn týdning tónleikurin hevur í Føroyum. At vit so leingi hava havt eina fantastiska undirvísingarskipan og eina rúgvu av eldsálum at røkja hesa skipan, hevur lutfalsliga sett Føroyar á tónlistaraliga heimskortið oftari enn fólkatalið tilskilar, helt hon á.
Hon segði, at musikkskúlin hevur alið upp stór talent, men hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livur í besta blóma.
- Men tað er ikki yvir at dylja, at skúlin leingi hekk í leysum lofti uttan veruliga fígging. Sitandi samgonga valdi at raðfesta skúlan ovarlaga, og tí var ein tann fyrsta uppgávan hjá samgonguni at finna fígging til skúlan. Og í dag hava vit reisigildi. Og nú lyfta vit okkara musikkskúlaskipan enn longur upp milum heimsins bestu, segði Annika Olsen.