Reisigildi í Kvívík

Hósdagin varð nýggi parturin av skúlanum í Kvívík reistur. Farið er undir stórar útbyggingar av skúlanum, sum verða lidnar í august næsta ár

Kvívík: Í august mánaði næsta ár fáa skúlabørnini í Kvívík munandi betri umstøður. Í løtuni verður skúlin nevniliga útbygdur soleiðis, at karmarnir verða nøktandi bæði hjá lærarum og næmingum.
Og hósdagin varð nýggi parturin av skúlanum reistur. Í nýggja partinum skulu vera fýra skúlastovur, alis- og evnafrøðistova, lærararúm, serstova, og í kjallaranum vera smíðstova og evningstova. Harumframt verður eisini nýggjur køkur.
Sum er í løtuni, hevur skúlin bert tvær skúlastovur, sum næmingarnir flyta ímillum. Til dømis situr fyrsti flokkur inni í smíðstovuni, so umstøðurnar eru ikki av teimum bestu.

Umbyggja eisini
Eisini verandi skúlin verður umbygdur. Allir veggirnir verða tiknir niður, og hann verður gjørdur til eitt stórt bókasavn og teldurúm.
? Vit hava ikki havt eitt rættiligt teldurúm fyrr, og bøkurnar hava ligið allastaðni. Nú verður alt savnað á einum staði, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík.
Eisini verður ein tónleikastova, og møguleiki verður eisini fyri forskúla.
Kostnaðurin á út- og umbyggingini liggur um 16 mió krónur, sum er deilt yvir trý fíggjarár. Tá skúlin er liðugur liggur skuldin hjá kommununi á fýra mió krónum.
Í Kvívíkar skúla ganga millum 50 og 60 børn upp til 7. flokk.

Myndatekstur: Kvívíkar skúli verður nú út- og umbygdur. Reisigildið varð hildið hósdagin, og eftir ætlan skal skúlin verða liðugur í august næsta ár