Reisigildi í Kringvarpinum

Arbeiðið at útbyggja kringvarpsbygningin í Sortudíki er nú komið so mikið væl áleiðis, at útbygningurin varð reistur í gjár.

Arbeiðið at útbyggja kringvarpsbygningin í Sortudíki er nú komið so mikið væl áleiðis, at útbygningurin varð reistur í gjár.

 

Tað var sum liður í samanlegging av útvarpi og sjónvarpi, at alt virksemið skuldi savnast á einum stað – í Sortudíki.

 

Tað er arkitektavirkið Kontrast, sum hevur teknað útbyggingina av Kringvarpshúsinum. Betongelement eru frá Løvubetong, og arbeiðstakari ÁTS.

 

Umsitingarbygningurin, sum bygdur er norðan fyri kringvarpshúsið, er liðugur, og seinna byggistig sunnanfyri er nú klárt til inniloking. Arbeiðið væntast liðugt í desember.

 

Við hesum báðum byggistigum fær Kringvarp Føroyar 10 skrivstovupl´lass, fundarrúm, fýra redigeringsrúm, nýtt rúm til ljósmotor, goymslu, eitt sendirúm og nýggja forhøll og móttøku afturat.

 

Í framtíðini verður tørvur á garasju til OB vognar og størri sjónvarpsstudio. Hetta er teknað sum skitsuuppskot, men liggur longri frammi í planleggingini.